Flata kaninin hevur fingið gylta peru

Flata kaninin hjá Bárði Oskarsson er ein væl umtókt bók. Higartil finst hon á tíggju málum, og sjálvt um tað nú eru seks ár síðan, at vit góvu bókina út, vekir hon framvegis ans alla staðni, har vit vísa hann fram.

Í 2016 kom hon út í Slovenia. Á bókamessu í Ljubljana herfyri fekk forlagið, ið hevur givið Fløtu kaninina út, heiðursmerkið Gyltu peruna ella Pionirska – zlate hruske.

Flata kaninin fekk eisini LUCHS-prísin frá tíðindablaðnum Die Zeit í 2013.

Vit fegnast sjálvandi um, at Flata kaninin verður hildin at vera best týdda myndabók í Slovenia, ella sum tey siga í grundgevingini: Tær bestu av teimum bestu fáa Gyltu peruna.